Kend hús til sølu

- Eigur tú 4.5 milliónir krónur, so kanst tú keypa tær hetta sermerkta húsið.

Í gjár skrivaðu vit, at eitt danskt slott er til sølu í Danmark. Í dag mugu vit so ásanna, at eisini eitt føroyskt slott er til sølu. 

Sermerktu Kommandørhúsini eru nú til sølu fyri 4.5 milliónir krónur, har kanska besta útsýni í býnum er við í keypinum. 

Um húsini skrivar Skyn: Serstøk hús í trimum hæddum, sum standa sera væl fyri beint við sjóvarmálan. Húsini hava sera gott útsýni yvir Nólsoyarfjørðin. Húsini eru í trimum hæddum. Í miðhæddini er inngongd, durur, stór inngongd, køkur og tríggjar stovur. Í ovastu hæddini er gongd, 4 kømur, vesi, 2 baðirúm og goymslurúm. Í niðastu hæddini eru fleiri goymslurúm og fýrrúm. Fleiri parkeringspláss hoyra til ognina, og stórt parkeringsøki er beint við.  

 

Húsini eru bygd um ár 1950, og eru áleið 500 fermetrar til støddar.