Kenda spaghetti filmsleikmyndin frá “Lady og Vagabond” verður nú spæld av nýggjum.
Tey felstu hava helst sæð kendu leikmundina hjá Disney fleiri ferðir, og er leikmyndin kanska ein hin kendasta í øllum Disney filmsheiminum.
Disney hevur endurspælt fleiri av kendu filmunum, og nú er tað kendi filmurin um Lady og vababond, ið verður gjørdur av nýggjum.
Kendi spaghetti-kossurin er ikki við, men Vagabond rullar ein kjøtbolla við snútanum.
Talan er um veruligar hundar í høvuðsleiklutunum, men nakað av animatión er tó eisini nýtt.
Fyrsti filmurin, ið sum kunnugt var teknifilmur, kom í 1955.
Tað sigst, at nýggja innspælingin av filminum ikki kemur í biohallirnar, men verður stroymdur á Disney+ tann 12. november.