Lions-Club í Klaksvík skipar nú fyri forvitnisligum tiltaki.
Felagsskapurin hevur heitt á kendar persónar, um at evna okkurt til. Tað kann vera ein málningur, tekning ella annað, ið fellur viðkomandi lætt.
Ætlanin er so, at lutirnir skulu seljast á uppboðssølu í vár og vinningurin verður latin til vælgerandi endamál.
Kendu persónarnir hava fingið bræv frá Lions-Club nú í januar. Síðani hava teir einar 4 mánaðar at hugsa seg um í. Tann 1. apríl er freistin sett at lata lutirnar inn til Lions-Club.