Sebastian Pingel royndarvenur um vikuskiftið við B36. Sebastian Pingel er sonur Frank Pingel, sum í 1991 skoraði móti Føroyum í Landskrona, tá Danmark vann 4-0 í EM undankappingini.
- Vit hava Sebastian Pingel til royndarvenjing um vikuskiftið. Vit leita eftir einum framrættaðu spælara, sum kann styrkja um hópin, sigur Jákup á Borg, liðskipari og hjálparvenjari hjá B36.
Teir hava eina venjing í kvøld, og í morgin verður skipað fyri innanhýsis dysti, har B36 fær møguleika at síggja Sebastian Pingel í dysti.
- Hann er áleypari, men kann eisini spæla á framrættaðu plássunum á miðvøllinum. So talan er um ein fjølbroyttan spælara, sigur Jákup á Borg.
Hendan lýsingin passar eisini til Philip Lund, sum í fjør kom til felagið. Hetta merkir tó ikki, at B36 hevur avskrivað at gera sáttmála við Philip Lund.
- Hann roynir seg aðrastaði í løtuni og vit leita eisini víðari, men vit tosa framvegis saman. Tað er enn ein møguleiki, at Philip Lund spælir við B36 komandi kappingarár, sigur Jákup á Borg at enda.
Eins og pápin, so hevur Sebastian Pingel sín uppruna í AGF. 22 ára gamli áleyparin hevur síðani spælt við ungdómsdeildini hjá Silkeborg, og í seinastuni við Odder.










