Ken Hensley er deyður

Kendi rocktónleikarin í Uriah Heep doyði í gjárkvøldið 75 ára gamal

Rocktónleikarin Ken Hensley, sum fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum, doyði í gjárkvøldið 75 ára gamal.

Tað boðar beiggi hansara frá í einari fráboðan á Facebook.

– Eg skrivi hetta við tungum hjarta fyri at lata tykkum vita, at beiggi mín, Ken Hensley, doyði stillisliga mikukvøldið. Kona hansara Monica var við lið hansara og troystaði hann seinastu løtuna. Vit eru øll sera kedd um hendan syndarliga og óvæntaða miss, skrivar Trevor Hensley.

Ken Hensley var føddur í London í 1945. Hann var øll árini virkin sum tónleikari. Í sjeyti árunum var hann týðandi partur av rockbólkinum Uriah Heep. Hann spældi ljómborð, sang og var við at skriva fleiri av stóru hittunum hjá bólkinum – eitt nú »Easy Livin'«, »Lady in Black« og »Stealin'«.

Eftir at hann fór burtur úr Uriah Heep í 1980, spældi Ken Hensley sum solistur og í øðrum bólkum. Hann helt eisini fram at skriva tónleik og geva út. Nú hann doyði, var hann mitt í arbeiðnum at gera nýggja soloútgávu. 

Ken Hensley var høvuðsnavn á fyrsta Summar Festivalinum, sum varð hildin í 2004. Hann hevur eisini vitjað í Føroyum síðani og hevur undirhildið føroyingum á feriu í Sólorku í Spania.

Ken Hensley var búsitandi í Alicante í Spania. Familjan boðar frá, at privat jarðarferð verður har.