Ken Fagerberg: Svenskur fótbóltur er kropsligur

Áleyparin hjá TB er ein av bara fýra svenksum spælarum, sum hava spælt í Føroyum

Føroyskur fótbóltur hevur eitt søguríkt fótbóltssamband við flestu norðurlondini. Eitt nú við Danmark, Norra og Ísland. Heldur løgna undantakið er Svøríki. Hóast talan er um eina grannatjóð, so hava bara tríggir føroyskir spælarar verið í svenskum fótbólti, meðan talið av svenskarum í føroyskum fótbólti er lítið í mun til áðurnevndu norðurlondini.

https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/brandur-kunngjoerdur-i-helsingborg-if/Les eisini: Brandur kunngjørdur í Helsingborg

Bara fýra svenskir spælarar hava verið í føroyskum fótbólti. Í 2000 hevði venjarin hjá B36, svenski Per Olov Andersson, eisini nevndur Pelle, landsmannin Håkan Lundholm við sær. Skjóti vongurin var væl lýddur uttanfyri vøllin, men avrikini á vøllinum vóru heldur misjøvn.

Rasmus Fred Christer Andersson spældi eitt hálvt ár á Skála í 2016, og Petter Johannes Björlund tað sama fyri 07 Vestur í 2017. Drúgvastur er Ken Fagerberg. Hann kom til 07 Vestur í 2017, og spælir enn í føroyskum fótbólti. Hann skifti í summar frá 07 Vestur til TB.

##med2## 

- Eg dugi ikki at siga hví so fáar spælarar skifta millum londini. Svenskur fótbóltur er farin at líkjast meiri kropsliga fótbóltinum, sum vit seta saman við norskan fótbólti, meðan norskur fóbóltur er farin at líkjast svenskum fótbólti, við meiri tekniskum spæli. Tí kundi verið, at føroyskir spælarar verða hægri í metum í Svøríki í framtíðini, segði Ken Fagerberg undan landsdystinum móti Svøríki á Tórsvølli.

Hann hevði rætt í, at ein føroyskur fótbóltsspælari var høgt í metum í Svøríki, men tað var ikki júst tað kropsligi spælarin, sum endaði í Svøríki. Her er tað tekniski Brandur Hendriksson, sum í dag hevur gjørt trý ára sáttmála við Helsingborg. Nú fáa vit so at síggja, um fleiri svenskir spælarar eisini verða at síggja í føroyskum fótbólti.