Víkingur spældi í gjár málleysan javnleik móti norska liðnum Tromsø IL á Svangaskarði.
Tí er útgangsstøðið hjá Víkingi gott til seinna dystin í Noregi um eina viku.
Í dag gjørdist greitt, hvørjum liðið Víkingur skal møta, um teir megna at spæla seg víðari einaferð enn.
Kemur Víkingur víðari úr øðrum undanumfari eisini, skulu teir møta vinnaranum av dystinum millum HNK Rijeka úr Kroatia og Ferencvaros úr Ungarn.
Triðja undanumfar til Euro League verður leikt tann 31 juli og 7 august.










