Fyrrverandi venjarin hjá Neistanum og føroyska kvinnulandsliðnum, Scott Harrington, útihýsir ikki at venda aftur til Føroya, eftir at hann nú er uttan venjarastarv eftir eitt ógvuliga stokkut ævintýr í Kina.
Hetta sigur Scott Harrington við Sosialin í dag. Enski venjarin var partur av venjaratoyminum hjá kinesiska kvinnulandsliðnum, men fáar mánaðir eftir starvssetanina varð alt venjaratoymið koyrt til hús.
Les eisini: Harrington er ikki longur venjari hjá Kina
Í Sosialinum í dag er longri samrøða við Scott Harrington, har hann eitt nú eisini greiðir frá serligu upplivingini í Kina umframt at hann greinar stóra munin ímillum kinesiskan og føroyskan hondbólt.