Kemur ikki upp á tal at lata oljuna liggja

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar sær ikki at fylgja tilmælinum frá veðurlagsnevndini hjá ST.

Í seinastu niðurstøðu síni, mælir veðurlagsnevndin hjá ST til, at tríggir fjórðingar av ógagnnýttu oljugoymslunum verða liggjandi í undirgrundini, fyri at avmarka um útlátið av vakstrarhúsgassum.

 

Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum, sigur, at tað ikki kemur upp á tal at lata oljuna liggja í føroysku undirgrundini.

- Til vit finna eina aðra varandi orkukeldu, og tað vita vit fer at taka mong ár, so verður oljan verandi ein týdningarmikil partur av øllum samfelagsvirksemi. Vit fara at taka øll neyðug atlit at náttúru og umhvørvi í okkara oljuvirksemi, meðan vit útvinna oljuna fyri samfelagsins besta. Men tað kemur ikki upp á tal at lata hana liggja í frið, sigur hann.

 

Les eisini Føroyar hava alt ov høgt útlát av vakstrarhúsgassum

 

Johan Dahl vísir eisini á, at tøknin og trygdin er ment nógv seinastu árini, so vandin fyri einum størri oljuleka, tó at hann altíð er til staðar, er nógv minkaður seinastu árini.

- Á øllum oljuleiðum í okkara parti av heiminum eru sera strong trygdarkrøv til oljuvinnuna, og vit tryggja okkum sjálvandi, at hesi eisini eru galdandi á føroyskum øki, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum.