Kemur ikki ofta fyri

John Danielsen, fíggjarstjóri hjá SEV, sigur, at út av 23.000 brúkarum verður færri enn ein stuldur staðfestur um árið

- Tað kemur fyri, men tað er tíbetur sjáldan.

Tað sigur John Danielsen, fíggjarstjóri hjá SEV, nú elfelagsskapurin júst hevur verið í Føroya Rætti við einum manni, sum er ákærdur fyri at hava stolið streym.

Onkuntíð kemur tað fyri av ósketni, at onkur installatørur ger onkran feil, men tað kemur eisini fyri, at fólk við vilja nápa streym frá SEV. Sum í hesum døminum, har ein maður hevur stungið ein pinn inn í málaran fyri at fáa hann at mala spakuligari.

- Tað kemur tíverri fyri, at fólk snýta SEV fyri streym, men tá vit hava 23.000 brúkarar, og vit hava minni enn ein tilburð av slíkum slagi um árið, meta vit ikki, at talan er um nakran stóran trupulleika, sigur John Danielsen.

SEV hevur eina deild, sum tekur sær av eftirliti við kundunum, og varnast teir nakað óvanligt ella ólógligt, verður løgreglan fráboðað.

Eitt annað, sum fer at gera tað lættari hjá SEV at hava eftirlit við nýtsluni hjá kundunum, er uppsetanin av nýggju fjaravlesingar málarunum.

- Við hesum málarunum ber til at hava eyga við nýtsluni hvønn dag ella enntá hvønn tíma. Vit hava higartil sett góðar 3.000 fjaravlestrar málarar upp, og málið hjá okkum er at vera komnir á mál um tíggju ár, sigur John Danielsen.

Fjaravlesarar verða settir upp í allar nýggjar installatiónir eins og øll virkir hava fingið nýggju málararnar.

- Annars verða teir settir upp í økjum í senn. Vanliga verður ein transformatorstøð tikin, og allar installatiónir knýttar at hesi fáa so nýggju málararnar, sigur John Danielsen.

 

Melda altíð

Tað er sjálvandi nógv um at fara, tá talan er um 23.000 nýggjar málarar, og verður roknað við, at teir halda í 15-20 ár, skulu 1500 málarar skiftast um árið bert fyri at vera up to date.

Tað verður sum nevnt lættari hjá SEV at fylgja við, tá nýggju málararnir eru farnir at virka, og tí fer eisini at bera betur til at síggja, um nakað óvanligt er við nýtsluni.

Tað finnast ymsir mátar at svika við nýtsluni, og hesin, sum maðurin varð dragsaður í rættin fyri í síðstu viku, er so ein kendur máti.

Annars høvdu teir eina stóra sak fyri nøkrum árum síðani, har ein maður hevði »by-passað« málaran, og hita heili tvey sethús upp við stolnum streymi.

Men tað varð so uppdagað, og tann maðurin varð eisini drigin fyri rættin.

- Tað er so, at vit altíð melda slík mál til løgregluna. Tað er jú ein borgaraskylda at melda, tá nakað ólógligt fer fram, og vit ganga altíð tann vegin, tá vit koma fram á stuldur av streymi, sigur John Danielsen, fíggjarstjóri hjá SEV.