Kemur brúkaranum tilgóðar

Stjórin á Vodafone er fegin um, at fartelefonfelagar skjótt kunnu skifta veitara, uttan at tey mugu skifta nummar. Hetta skapar økta kapping til gagns fyri brúkaran, heldur Gudny Langgaard

Føroya Tele og Vodafone hava nú stovnað felag, sum hevur til endamáls at reka eina sonevnda nummarportabilitets-skipan. Tað er ein skipan, sum ger tað gjørligt hjá fartelefonfeløgum at varveita sítt telefonnummar, hóast veitarin verður skiftur. Nakað, sum ikki hevur verið gjørligt í Føroyum.

 

- Hetta er nakað, sum vit fleiri ferðir hava víst á, og Fjarskiftiseftirlitið hevur eisini víst á hetta málið sum ein týðandi faktor, um kappingin á føroyska fjarskiftismarknaðinum skal mennast, sigur Gudny Langaard, stjóri á Vodafone.

 

Lesið eisini: Sleppa nú at eiga nummarið

 

- Eitt nú hava vit gjørt kanningar, sum vísa, at einir 40% av føroysku fartelefonbrúkarunum siga, at tað kemur als ikki upp á tal at skifta veitara, um nummarið skal broytast. So tað er greitt, at hetta letur upp fyri nógvum nýggjum møguleikum hjá okkum og hjá Føroya Tele, sigur Gudny Langgaard.

 

Hon vísir á, at tað framvegis ganga nakrir mánaðir, áðrenn skipanin koyrir, men hon ivast ikki í, at hetta fer at koma brúkarunum tilgóðar.

 

- Ivaleyst koma vit at síggja, at føroysku veitararnir nú leggja enn størri dent á produktmenningina, og tað fer í seinasta enda at koma brúkaranum tilgóðar, sigur Gudny Langgaard.

 

Tað verður felagið, Føroyska Nummar Felagið, sum skal eiga og reka føroysku nummarportabilitets-skipanina. Føroya Tele og Vodafone eiga felagið, og ætlandi verður tað Elektron, sum skal hýsa skipanini og standa fyri rakstrinum av henni.