- Kempi framstig

Tað sigur Rannvá B. Andreasen um 3-0 tapið fyri Póllandi í kvøld

Føroyska kvinnulandsliðið tapti í dag 3-0 fyri Póllandi á Svangaskarði. Pólland var á odda 2-0 í hálvleikinum og í báðum førum varð talan um deyðbóltar. Fyrsta málið kom eftir hornaspark og tað seinna upp á brotsspark. Seinast liðini spældu vann Pólland 6-0.

 

Les eisini: Føroyar - Pólland 0-3

 

-       Vit eru undir trýsti allan dystin og tað vóru vit eisini í Póllandi, men hesa ferð tapa vit bara 3-0. Vit halda teimum eisini niðri á 2-0 til heilt móti endanum í dystinum, sigur Rannvá B. Andreasen, sum stríddist á miðjuni allan dystin.


Hoyr samrøðuna við Rannvá B. Andreasen við at trýsta á pílin undir myndini

 

Føroyska liðið var trýst langt aftur á vøllin, men megnaði fleiri ferðir at spæla seg úr trupulleikunum.

 

-       Í mun til dystin í Póllandi megna vit at spæla væl, og tær koma ikki til so nógvar stórar møguleikar. Hevði onkur sending hjá mær verið betri, so fingu vit kanska eisini mál, leggur Rannvá B. Andreasen afturat.

 

Hetta er fyrsta HM undankappingin hjá kvinnulandsliðnum. Úrslitini hava verið misjøvn, men gongdin er tað rætta.

 

-       Liðið blívur betri. Vit kunnu brúka hendan dystin til nógv, men tað hevði sæð penari út við 2-0, sigur Rannvá B. Andreasen at enda.