Kempa viltist upp á turt í Hvalba

Ein stórur avgustur svam seg upp á land í Hvalba annan jólamorgun, men tað eydnasðist ikki at fáa hann útaftur

 

Annan jóalmorgun svam ein stórur avgustur seg upp á sandinum í Nesi í Hvalba.

Tað var í lýsingini annan jólamorgun, at hvalbingar varnaðust at hendan stóra kempan lá ov veltist í mølini, men tað var eyðsæð, at hon slapp ikki út aftur.

Boð vórðu send eftir verjuskipinum Tjaldrinum og tað kom suður seinnapartin annan jóladag við Dorethu Bloch Danielsen, hvalaserfrøðingi og Justinus Olsen, djóralækna, í eini roynd av bjarga hvalinum.

Tjaldrið royndi fleiri ferðir at seta enda á hvalin, men ann fór upp at berjast og endarnir gliðu av aftur. Sostatt var onki at gera og Tjaldrið gav skarvin yvir.

Ímóti kvøldið var hvalurin viknaður nógv og tað var longi ímillum at hann blásti. Og seinni doyði hann.

Doretha Bloch Danielsen sigur, at hesin avgusturin var um 15 metrar langur.

Avgustar kunnu blíva rættiliga gamlir, teir kunnu blívah eilt upp í 90 ára gamlir. Doretha Bloch Danielsen sigur, at elsti avgusturin, sum hon hevur kannað, var 47 ára gamal. Tann, sum gjørdi landgongd í Hvalba, kann væl verða eini 40-50 ára gamal.

Hon sigur, at orsøkin til, at teir soleiðis svimja upp á land, er, at teir villast. Teir kunna seg við einum slagi av sonar og tá ið botnurin skránar so líðani, rakar signalið ikki hvalin aftur. Tí heldur hann, at opið hav er fyri og varnast onki, fyrrenn ov seint er.

Tað hendir ikki so sjálvdan, at avgustar villast á land. Doretha Bloch sigur, at tað hendir einar tríggjar ferðir um árið.

Japanarar eta tvøstið á avgusti, mn tað hevur ikki verið etið í Føroyum, tað sigst, at tað er ov seigt og ov sterkt. Men japanesarar duga at gera tað til, so at teimum dámar tað væl.