Kempaðu fyri sigrinum

André Danielsen á høgra vongi spældi ein góðan dyst sunnudagin. Hann skoraði mestsum uppá øll skotini hjá sær. Eisini í verjuni spældi hann væl, har ið hann vardi sum eittari.
- Vit kempaðu væl í dag, og vit høvdu uppiborið at vunnið. Leivur Justinussen var ein brandur, og allir hinir spældu eisini væl, sigur André.
Hann vónar, at StÍF kann náa finaluna.
- Eg hevði vón um at náa finaluna longu áðrenn hendan dystin. Tá ið vit nú vunnu hendan dystin, hava vit bert styrkt um okkara støðu, sigur André, sum eisini fegnast um, at teir megnaðu at vinna uttan Finnur Hansson.
- Finnur er ein toppspælari, og vit spæla nógv upp til hann. Men aðrir tóku ábyrgd, tá ið hann manglaði í dag, sigur André at enda.