Í fleiri mánaðir í fjør gjørdu starvsfólkini hjá Kemilux Industri eitt miðvíst arbeiði við at fáa fyritøkuna ISO-9001 góðkenda, og 16 desember 2004 fekk fyritøkan hesa góðkenning. Fríggjadagin 18. februar fekk fyritøkan handað diplomið við ISO-9001 góðskugóðkenningini og í hesum sambandi var móttøka í Mykinesgøtu.
ISO-9001 góðkenningin hevur stóran týdning fyri Kemilux Industri, sum umframt heimamarknaðin eisini útflytur sína framleiðslu til eitt nú Danmark, Norra, Ísland, Skotland og Kanada.
Tað er Jóhanna Zachariasen, góðskuleiðari, sum saman við Sp/f Virkisráðgeving í Saltangára, hevur hevur staðið fyri arbeiðinum við góðkenningini.
Det Norske Veritas góðkenna og sertificera fyritøkur, sum verða ISO-9001 góðkendar.
Kemilux Industri hevur fingið fíggjarligan stuðul frá oljufelagnum BP-Amoco til ISO-9001 góðkenningina.
Stjóri á Kemilux Industri er Debes Petersen, og Arni Gunnarsson er sølustjóri. Tilsamans 14 fólk arbeiða í fyritøkuni. Søludeildin og goymslan eru á Hjalla, meðan framleiðslan er í Mykinesgøtu.
Myndatekstur:










