Kemilux Industri fer umframt hondsápu at vísa fram nakað annað av tí, tey framleiða til alt slag av reingerð á stovnum, skúlum og barnagørðum. Hetta er til alla dagliga reingerð í einum bygningi, har nógv fólk savnast.
Tað er tó ikki nóg mikið bara at selja reingerðingsevni, men eisini útgerð at vaska við, og tað ger Kemilux eisini. Tað er eisini umráðandi, at henda útgerð er ergonomisk røtt. Tað vil siga, at reingerðingsfólkið ikki fær mein av at vaska í skeivari kropsstøðu. Slík útgerð verður eisini at síggja á vørumessuni. Tey hava í hesum sambandi eisini havt skeið fyri reingerðarfólk.
Tey leggja seg eftir at viðskiftafólk kann fáa alt á einum stað, tá talan er um reingerðing.
Kemilux útflytir umleið helvtina av framleiðsluni, men á messuni verður serliga hugsað um marknaðin í Føroyum.