Keltringur heilsar Keltringi

Nú um degini skrivar tingmaður Tjóðveldisfloksins, tingmaðurin uttan nakran formellan valpost, Torbjørn Jacobsen, grein í Sosialinum um sambandstingmannin Johan Dahl

Símun H. Jensen
Tvøroyri

Tá ið eg hevði lisið greinina, kom mær til hugs orðini í yvirskriftini.
Lat meg loypa allan volapykkin í greinini yvir og heldur halda meg til yvirskriftina. Bæði Torbjørn Jacobsen og Johan Dahl eru fallittpersónar frá 80-árunum. Lat meg fyrst byrja við tí fyrra.
Reiðaravirksemi hjá Torbjørn Jacobsen og vinmonnum hans byrjaði við, at hesir við einum coastara fingu sær ein av heimsins bestu sáttmálum við danska felagið KGH, har danskir yvirvaldsmenn ráddu, og grønlendingar máttu gjalda gildið.
Ein danskur klerkur, sum seinni gjørdist stjóri í KGH, var nú besti vinur Torbjørns og faðir hans.
Soleiðis ríkaðu hesir menn seg upp, har grønlendingar goldu heimsins hægstu frakt, í hesi glæstrutíð, hekk neyvan myndin av Che í messuni á »Norðvíksingi«. Um nakar hevur livað væl av at avmóða fólk, sum enn liva í koloniveldi, so er tað feðgarnir Jacobsen. Tá ið skútan stóð á turrum, tá var liðugt við vinskapinum, sum hevði vart frá klerki til stjóra.
Eginpeningurin til skipini, Norðlandia og Vestlandia var fíggjaður av Sjóvinnubankanum, hesin banki var sjálvtøkuborð teirra, ikki tí, teir vóru ikki aleinaðir? Jákup Joensen skifti politiska kápu frá radikalum sjálvstýri til samband, fekk eisini svartkalvaloyvið og havtaskuloyvið frá Edmundi fyri at koma inn í sambandsmyrkrið. Henda avhoppan komst av, at Sjóvinnubankin, sjálvtøkuborð hans, ikki longur lat hann fáa alt, sum hann var vanur at biðja um og altíð fekk. Hin Jákup O., fekk 5 mill. fyri avhoppan frá kristnum til radikalt sjálvstýri, men hesir pengar vóru úr framtaksgrunninum. Øll trý skipini ruku, atgongd til sjálvtøkuborðið var nú stongt. Eftir var bert hatur til teir, sum stongdu sjálvtøkuborðið. Sjóvinnubankin og føroyski skattgjaldarin mistu yvir 100 milliónir av mistøkum, sum feðgarnir Jacobsen gjørdu, saman við besta vini, tí nú kámaða sambandsoraklinum, Bjørn á Heygum.
Hvat var nú til ráð at taka, nú ongin brúgv var at standa á og rópa niður á teir, sum fingu hálva løn og biðja teir finna okkurt til døgurða, lesarin skilur hetta ikki? men tað ger tú Torbjørn. Neyvan mátti tú hugsa um døgurðan, tá tú skrivaði í grein tíni um at skilja milllum tað sum var títt og annans. Jú, nú var at hyggja til beiggja hans, at finna sær annað far, enn var sjálvtøkuborðið ikki stongt. Jú mín sann var eitt til keyps í fútarættinum, og hvør møtti upp við bankagaranti í lummanum, jú besti vinur, Bjørn á Heygum, hann kundi bjóða líka til feðgarnir Jacobsen aftur áttu eitt skip. 36 milliónir var prísurin, sjálvt árábarar, sum bjóðaðu, sleptu við 23 milliónum, tað var ein føroyingur, sum starvaðist hjá mærsk sale, sum ikki helt, at tað var ráðiligt at fara upp um 23 mill. hesin kendi jú alt til hvat eitt skipaslag, sum hetta kundi sigla inn av peningi. Men hvat visti hitt nú kámaða sambandsoraklið, Bjørn á Heygum, um, hvat eitt skip kundi sigla inn av peningi, bert persónurin var løgfrøðingur, so hildu menn at hann visti alt, men tíverri, var hetta ofta orsøkin til at skip og feløg fóru á heysin. Stutta tíð eftir keypið kom skútan, sum nú var reyðmálað, stevnandi inn á havnarvág. Stórt gildi varð hildið umborð, myndir av skútuni vóru givnar sum gávur, til minnis um skilakeyp. Og so hendir tað, sum árábar spáddu, tað gekk ikki. Tá 2 ár vóru liðin, lá skipið svínabundið í Hirtshals.
Á fremstu síðu í Dimmalætting stóð at lesa, hvussu nógvar milliónir sjálvtøkuborðið misti. Men nú bleiv bananin aftur skrellað, hon kostaði nú 13 mill. Sjálvtøkuborðið var nú farið fallit, men sovorðnir menn hava konto í nógvum peningastovnum, so reyðmálaða skútan kundi aftur stevna út á Atlants breiða hav. Gott er at vera sparin, men at enda á havsins botni av slíkum kleyvarskapi er ikki sjómansskapur.
Tá siglt verður við norsku strendur, er tað ein sannroynd, at tveir mans eru á brúnni, skipari og stýrimaður, tá umstøðurnar eru vánaligar.
Torbjørn Jacobsen var aleinaður á brúnni, rendi á, so skútan fór til botns, orsøkin til at hann var aleinaður, var hon, at stýrimaðurin skuldi hava yvirtíð, og hetta vildi hann ikki, hann fylgdi gomlum siði í Kenn skipanini.
Men tryggingarpengar eru góðir at fáa, so nú var at leita eftir nýggjum fari. Hesaferð var tað ein gamal trolari, hann fekk abbasa navn, farmasiglingin var nú vorðin ein marra, so best var at fáa sær fong frá havsins botni, heldur enn tann, sum stóð á bryggjuni. Men tíðin er ein náðileysur fíggindi, fiskiskapurin eftir reiða gullinum, varð farin, so skútan við abbasa navni liggur nú svínabundin. Lesarin kann sjálvur ímynda sær, hvussu nógvar pengar Bjørn á Heygum hevur fingið øll hesi árini, hann var ráðgevi og nevndarlimur.
Ja, Torbjørn, løgtingslimur, uttan nakran formellan valpost, rukkulívið frá 80-árunum var stórt. Á den substansur.