Kelduvað við svartaspillu

Út er komin bók við keldutilfari, sum hevur samband við fólkaatkvøðuna í 1946. Bókin er eitt valaverk við hópin av keldum, sum siga frá og um fókaatkvøðuna. Bert spell, at høvundin ikki kann halda sær frá, at gera sínar subjektivu tulkingar ístaðin fyri at lata keldutilfarið upp til lesaran at meta um

Bókin ”Fólkaatkvøðan 14. september 1946” kom út í vikuni, sum fór. Hetta er eitt valaverk, sum Zakarias Wang hevur latið úr hondum. Á meira enn 800 síðum endurgevur hann skjøl, greinar og annað tilfar, sum á ein ella annan hátt hava samband við fólkaatkvøðuna, sum fór fram 14. sept. 1946. Bókin er snøgg, liggur væl í hondini, hóast hon er so rúgvusmikil, sum hon er.
Samtíðarkeldur
Høvundurin er inni á tí heilt rætta, tá íð hann sigur, at fyri at kunna siga nakað haldgott um fólkaatkvøðuna, er neyðugt at sleppa fram at samtíðarkeldum. Bókin er eitt savn av øllum teimum keldum, sum høvundinum er eydnast at fáa hendur á. Hetta skal verða við til at lýsa upp í tí myrkri, sum flestu okkara vála í, tá talan er um hesa fólkaatkvøðu.
Tó sigur Zakarias, at hann ikki hevur tikið so nógv við frá løgtingstíðindum, tí hetta tilfar er alment tilgongiligt. Og tað er kanska eisini gott, tí bókin hevði kanska blivið ov óhandug, um alt tað tilfarið eisini hevði komið við. Tann sum vil vita meiri enn tað, sum er endurgivið í hesi bók, hevur atgongd á internetinum til løgtingstíðindi.
Mistulkingar
Men loysingarfólki líkt, kann Zakarias ikki halda sær frá at gera sínar egnu subjektivu mistulkingar av úrslitinum av fólkaatkvøðuni. Tær nýtist ikki eingang at blaða upp í bókini fyri at síggja, at høvundurin ikki letur lesaran gera sær sína egnu meting av keldutilfarinum, tí bókin hevur undirtitulin ”Stjórnaruppskotið 49,3 % - Loysing 50,7 %”.
Soleiðis signalerar Zakarias longu uttan á permuni, at bókin ikki er seriøs, og tað er spell, tí bókin er avgjørt eitt veruliga gott íkast til at kunna skilja fólkaatkvøðuna. Tað er sum um, at høvundin ikki hevur álit á, at lesarin er førur fyri at gera sær sína egnu meting, ella kanska tí, at keldutilfarið als ikki gevur ta uppfatan, sum loysingarmenn hava trúttað niður í føringin í meiri enn 60 ár! Og væl vitandi, at fáur man fara at lesa hesa bók úr enda í annan, ja, so tænir tað endamálinum, at forsíðan, sum øll jú síggja, skal avgera meiningina hjá lesaranum.
Øll tald við sambært Th. Petersen
Úrslitið av fólkaatkvøðuni var og verður, óansæð hvussu nógv loysingarmenn siga nakað annað, at 47,2 % vóru fyri stjórnaruppskotinum, 48,7 % fyri loysing, 4,1 % ógildugar atkvøður og valluttøkan var 66,4 %. Ella í mun til øll, sum høvdu valrætt 31 % fyri stjórnaruppskotinum, 32 % fyri loysing, 4 % ógildug og 33 % vóru ikki á vali. Tølini hjá Zakariasi eru tulkingar av hesum tølum, har ógildugar atkvøður ikki telja við.
Men hvat stendur í bókini hjá Zakariasi um hetta? Hvat siga samtíðarmenn? Jú, Th. Petersen, tingformaður, formaður Fólkafloksins og stavnamaður fyri loysingini sigur, at ”...Øll tey, sum hava verið við valborðið, verða tald við...” (síða 498). Hevur hetta ikki týdning? Er tað rætt mótvegis teimum 478, sum bert gjørdu, sum Th. Petersen bað tey gera? Neyvan.
Svartaspilla kom í
Tey 50,7 %´ini hjá Zakariasi nevnir hann ein trivaligan sigur, men tey 53 %´ini (grundað á sama útrokningarhátt) fyri stjórnaruppskotinum í heimbygd hansara Kaldbak nevnir hann ein lítlan meiriluta! Soleiðis eru flestu viðmerkingar Zakariasar óseriøsar og tendensiøsar.
Samanumtikið er bókin hjá Zakariasi eitt valaverk, sum var betur farin uttan ta svartaspillu, sum Zakarias sjálvur er faðir at.