Í morgin letur nýggja heimið fyri fólk við autismu alment upp í Klaksvík. Fyrstu búfólkini eru longu flutt inn, og fríggjadagin verður almenn móttøka í Kelduskáka á Bumshamri.
Landsstýriskvinnan í almannamálum var í Klaksvík í juni og kunnaði seg um umstøðurnar í nýggja heiminum. Talan eru um hús, ið eru umbygd frá at vera eini stór sethús til at verða eitt sera væl hóskandi heim við øllum hentleikum fyri fólk við autismu.
- Tilgongdin hevur verið bæði long og drúgv, men eg eri sera fegin um úrslitið. Við Kelduskáka geva vit nýggju fólkum við autismu eitt virðiligt og trygt heim, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna.
Í Kelduskákinum verða sjey búpláss, umframt tvey umlættingarpláss.
Almenna móttøkan verður í Kelduskáka fríggjadagin klokkan 14.