Gongst sum ætlað verður ein nýggjur skúli settur á stovn í Skálafirði. Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis, og bíðað verður nú eftir at Mentamálaráðið skal svara eini umsókn, soleiðis at skúlin kann byrja longu komandi summar.
- Vit miða eftir at fáa glaðar, sjálvstøðugar og væl upplýstar næmingar, sigur Jastrid Høj, sum er forkvinna í fyrireikingarbólkinum
Í longri tíð hava fyrireikingar verið gjørdar til ein størri og meiri víttfevndan skúla, sum skal halda til oman fyri høvuðsvegin í samkomubygninginum hjá Kelduni í Skálafirði. Nýggi frískúlin fær ikki óvæntað navnið »Keldan«.
Her fáa næmingar allastaðni frá møguleika til skúlagongd í bæði forskúla og frískúla, og ikki minst í hølum sum eru vælegnað til skúlabrúks.
Longu nú er greitt, at ætlanin er at byrja við einum forskúlaflokki og einum 1. flokki, og síðani hava eina tilgongd frá forskúla ella 1. til 7. flokk.
Endamálið við skúlagongdini er sjálvandi at børnini skulu fáa nógv burturúr fakliga. Men dentur verður soleiðis lagdur á, at teir skulu gerast tryggir, glaðir, sjálvstøðugir og væl upplýstir persónar, sum æra Gud og eru ein signing fyri familju, samkomuna, kirkjuna og samfelagið.