Petur av Vollanum, skipari á Norrønu, handaði fríggjadagin Team Rynkeby Føroyar ein kekk upp á 10.000 krónur, sum starvsfólkini á Norrønu hava samlað saman.
Ferðin hjá Team Rynkeby til París byrjaði hósdagin í Klaksvík. Súkklað varð síðani til Runavíkar. Síðani varð steðga við Streymin áðrenn Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tók í móti á Vaglinum.
Náttina til fríggjadagin varð farið umborð á Norrønu. Fríggjadagin bjóðaði skiparin á Norrønu, Petur av Vollanum, Team Rynkeby á brúnna at heilsa upp á manningina, og vísa fram 11 ára gamal skipið.
Tá skiparin hevði bjóðað kaffi og greitt frá mannagongdunum umborð á Norrønu, tók hann Team Rynkeby liðið á bóli. Hann greiddi frá, at starvsfólkini umboð høvdu samlað pening inn til Team Rynkeby Føroyar og handaði ein kekk upp á tíggju túsund krónur.
Finn Danberg, ein av stigtakarunum til føroyska Team Rynkeby, tók móti kekkinum. Hetta kom púra óvart á súkkluliðið. Seinnapartin í dag byrjar súkklutúrurin úr Danmark til París. Byrjað verður í Padborg, sum liggur beint norðan fyri markið til Týskland.