Kekkiskir eldgyklarar á G!

Tey koma úr so ymiskum londum sum Tjekkia, Kili, Spania, Danmark, Noregi og Føroyum. Tey eru elddansarar og tónleikarar, og á G! fara tey at rúnarbinda áskoðararnar við einari eksotiskari og eksklusivari eldsýning.

Tað er føroyska Valravn sangarinnan Anna Katrin Egilstrø, ið leggur eldsýningina til rættis. Umframt at framføra við Valravn, fara hon og Kristoffer og Juan úr sama bólki at framføra eldsýningina saman við trimum proffessionellum eldgyklarum úr kekkiska Palitchi eldbólkinum.

Afturat teimum eru ein donsk og ein norsk dansarinna, umframt kilenski hang leikarin Rafael Sotomayor. Hang er eitt trummulíknandi ljóðføri, ið varð uppfunnið í Schwiez fyri fáum árum síðani.