Kekkia-Turkaland kann enda við brotsspørkum

Kekkia vann 1-0 á Sveis, og tapti 1-3 ímóti Portugal. Tað gevur 3 stig, og málmunin 2-3. Turkaland tapti 0-2 ímóti Portugal, og vann 2-1 á Sveis. Tað gevur 3 stig, og málmunin 2-3. Also er 100% javnt millum bæði liðini. Spæla Turkaland og Kekkia javnleik sunnukvøldið, so hava tey framvegis sama stigatal og sama málmun, og við einum javnleiki sunnukvøldi, so eru liðini jøvn í innanhýsis uppgerðini. Hetta merkir, at spæla Kekkia og Turkaland 0-0, 1-1 ella 2-2, ja so mugu liðini út í eina brotssparkskapping fyri at finna út av hvør skal fylgja Portugal úr bólki A, fyri at spæla fjórðingsfinalu í næstu viku.