Kekkia vann í dag ein søguliga sigur á Grikkalandi. Sigurin gjørdist søguligur, tí ongantíð hevur eitt lið til eitt EM endaspæl megnað at skorað tvey mál í seks teimum fystu minuttinum. Tað gjørdi Kekkia í dag.
Kekkia fekk av at vita í fyrsta dystinum móti Russlandi, men í dag riggaði betri. Longu aftaná tríggjar minuttir legði Petr Jiracek Kekkia á odda, tá hann bleiv sendur avstað móti málinum. Málmaðurin fekk hondina á bóltin, men hann fór í málið.
Bara tríggjar minuttir seinni økti Vaclav Pilar, tá hann var fyrstur á eitt flat innlegg úr høgru. Ongantíð hevur eitt lið lagt seg á odda 2-0 so tíðliga í einum EM dysti.
Í seinna hálvleiki gjørdi Petr Cech ein brølara í málinum. Hann og miðverjin tóktust misskilja hvønn annan og so stóð Theofanis Gekas púra leysur og kundi minka um munin fyri grikkar.
Kekkar stóðu ímóti tí, sum grikkar tveittu eftir teimum og vunnu dystin.
Grikkaland Kekkia 1-2 (0-2)
0-1 Petr Jiracek, 3
0-2 Vaclav Pilar, 6
1-2 Theofanis Gekas, 53
Grikkaland: Chalkias (Sifakis 23.min) - Torosidis, Kyriakos Papadopoulos, Katsouranis - Holebas, Fotakis, Maniatis, Karagounis - Salpingidis, Samaras, Fortounis.
Á bonkinum: Tzorvas, Tzavelas, Malezas, Makos, Liberopoulos, Mitroglou, Gekas, Ninis, Fetfatzidis.
Kekkia: Cech - Gebre Selassie, Sivok, Kadlec, Limbersky - Hubschman, Plasil - Jiracek, Rosicky, Pilar - Baros.
Á bonkinum: Lastuvka, Suchy, Hubnik, Necid, Rezek, Petrzela, Rajtoral, Kolar, Pekhart, Lafata, Darida, Drobny.
Dómari: Stephane Lannoy (Frakland)