Kekkia á pínubeinkinum

Ikki fyrr enn í seinasta góða korterinum eydnaðist tað kekkum at venda hóttandi tapinum til væntaða sigurin á Letlandi

Bólkur D

Tá táverandi Kekkoslovakia í 1976 vann EM-kappingina, var hetta ein av teimum heilt stóru sensatiónunum í heimsfótbólti. Tað bragdið livir enn í minninum hjá alheims fótbóltsserfrøðingum, men týsdagin var um reppið, at núverandi Kekkia sjálvt varð offur fyri eini sensatión.
At Letland yvirhøvur hevði strítt seg fram til EM-endaspælið var ein rimmar sensatión, og flestu serfrøðingar mundu vera á einum máli um, at leikararnir úr baltiska landinum skuldu vera fegnir, bara fyri at vera í Portugal. Stig skuldu teir so í øllum førum ikki rokna við.

Grikskur íblástur
Letlendski venjarin, Aleksandrs Starkovs, helt tó undan dystinum, at hansara lið ikki var heilt uttan møguleikar. Ikki minst tóktist hann halda nógv av grikska avrikinum móti Portugal, og so segði hann, at kanska kundi Letland sýna eins gott verjuspæl.
Og tað var í øllum førum júst hetta, sum teir royndu. Hóast tað var Kekkia, sum hevði bóltin mest, og hóast tað vóru teir, sum trýstu, so skaptu teir ikki teir heilt nógvu møguleikarnar.
Ætlanin hjá Letlandi var sum so greið. Teir royndu at yvirfólka defensiva miðvøllin, soleiðis at kekkiska kombinatiónsspælið ikki fekk pláss at virka á, og síðani varð satsa upp á kontrabóltar til teir báðar álopsleikararnar, sum lógu sera avskornir frá restini av liðnum.
Og beint fyri steðgin gav hetta úrslit. Prohorenkovs fekk fatur á einum langum neyðsparki úr verjuni, og tá hann smekkaði innfyri, kundi Verpakovskis úr stuttari fjarstøðu stýra bóltinum í kassan.
Seinna umfarið vóru ta sum vera man nakrir skelkaðir kekkar, sum komu á vøllin, men teir fingu tó skjótt lagt stórt trýst á mótstøðuna. Leingi tóktist Letland tó standa ímóti trýstinum, men við 17 minuttum eftir kom fyrra forloysingin hjá Kekkia. Lettiski málverjin fekk ikki nevað eitt innlegg frá Poborsky burtur, og so kundi Milan Barros senda í kassan til javnleik.
Og talan var aftur um mistak, tá Kekkia fimm minuttir fyri tíð skeyt sigursmálið. Eftir at málverjin ikki hevði fingið fatur á einum longum bólti, eydnaðist heldur ikki verjuni at sparka burtur, og so kundi Mareki Heintz senda í manntóma málið. Altso trý stig til Kekkia, men Letland fekk so undir øllum umstøðum víst, at teir ikki bara eru komnir til Portugal fyri at fáa bank.

Ruud bjargaði Hollandi
Seinni dysturin týskvøldið var millum Holland og Týskland, sum samstundis vóru seinastu liðini at fara ígongd við endaspælið.
Her var rættiliga lagt upp til stórdyst, men spælið í dystinum boðaði so als ikki frá hesum. Holland hevði kanska bóltin meira fyrstu longu løtuna, men eins og í dystinum móti Føroyum, so megnaðu teir í alt ov lítlan mun at fáa ferð á spælið, og tí høvdu týskarar ikki stórvegis trupulleikar av hesum.
Og hóast teir ikki høvdu teir heilt nógvu opnu málmøguleikarnar, so lógu týskarar ofta framvið í deyðbóltsstøðum, har hollendska verjan tóktist hava ovurstórar trupulleikar.
Og júst eftir ein slíkan kom Týskland eisini á odda. Thorsten Frings sendi innskrúvandi fríspark innfyri úr høgru, og tá hvørki verju- ella álopsleikarar fingu nortið við bóltin, smoygdi hann sær yvir á handara stólpan, haðani hann støkk í málið.
Og so kundi týskarar spæla júst soleiðis, sum teir høvdu hugsað sær. Disciplineraðir í verjupartinum fyri síðani at royna kontraspælið, og heilt leingi tóktist tað mest sum vónleyst hjá Hollandi at vinna seg aftur í dystin.
Um miðjan seinna hálvleiki fekk Holland tó strítt seg til eitt veruligt yvirtak, og níggju minuttir fyri leiklok fingu teir so løn fyri stríðið. Talan var um eina framúr góða roynd frá van Nistelrooy, sum sera kroystur onkursvegna fekk snarað bóltinum í kassan, hóast hetta sá mest sum ógjørligt út.
Og fyri hollendingar man tað vera stórur munur á, at teir hóast alt fingu eitt stig burtur úr dystinum. Eitt tap vildi í øllum førum pískað teir til at vinna báðar eftirverandi dystirnar.
Og eisini týskarar kunnu væl liva við hesum. Sjálvandi vildi tað verið ein fyrimunur, um teir her høvdu ognað sær trý stig, men ein tann størsti sannleikin í einum endaspæli man vera, at fyrsti dysturin ikki skal tapast, og hetta livdu so bæði Týskland og Holland upp til týskvøldið.

Kekkia-Letland 2-1 (0-1)
0-1: Maris Verpakovskis, 45
1-1: Milan Baros, 73
2-1: Marek Heinz, 85

Týskland-Holland 1-1 (1-0)
1-0: Thorsten Frings, 30
1-1: Ruud van Nistelrooy, 81