Kekkia fekk eina hjálpandi hond frá Hollandi

EM 2020: Kekkia hevur í dag vunnið 2-0 á Hollandi, og skal møta Danmark í fjórðingsfinaluni

Kekkia hevur í dag vunnið 2-0 á Hollandi í 1/8 finaluni til EM-endaspælinum. Kekkia fekk eina hjálpandi hond frá Hollandi og Matthijs de Ligt, sum fekk reytt kort tíðliga í seinna hálvleiki. Kekkia skal nú spæla móti Danmark í fjórðingsfinaluni.

 

Tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki. Avgerandi løtan kom sjey minuttir inn í seinna hálvleik. Fyrst hevði Hollandi ein fríleypara, men málverjin bjargaði. Álopið eftir misti væl lýddi Matthijs de Ligt fótafesti og brúkti hondina til hjálpar. Hann fekk fyrst gult kort, men fekk eftir eina gjøgnumgongd frá VAR reytt kort.

 

Bara tólv minuttir seinni skoraði Tomas Holes eftir frísparksinnlegg. Nú var langt á mál hjá Hollandi, sum sjáldan kláraði at hótta væl skipaðu kekkisku verjuna. Tíggju minuttir fyri tíð staðfesti Patrik Schick sigurin við máli til 2-0. Hann hevur verið stóra stjørnan á liðnum við fýra málum.