Nýggja liðið í næstbestu fótbóltsdeildini, Giza Hoyvík ætlar at stabilisera seg í næstbestu deildini, og tí royndini hevur felagið nú longt við framherjan, Ahmed Keita.
Giza Hoyvík skrivar á almennu Facebooksíðu felagsins: "Okkara toppskjútti seinasta kappingarár, Ahmed Keita, heldur fram í felagnum. Keita var ein av okkara eyðsýndu leikarum seinasta kappingarár, og við sínum 16 málum átti hann sín stóra leiklut í uppflytingini til 1. deild.Í stuttari viðmerking sigur venjarin, Frankie Jensen, seg vera sera fegnan um at Keita heldur fram í felagnum. "Keita prógvaði í fjør at hann er góður fyri 1 mál pr. dyst, og hetta kann koma at verða avgerðandi komandi ár". "Vit eru í felagnum góð vid Keita, og hóast tilboð aðrastaðni frá, so valdi hann okkum. Hann man eisini vera góður við okkum", sigur formaðurin Kenneth Hovgaard Djurhuus við einum smíli."