Fyri gott og væl einari viku síðani, skrivaðu vit at senegalesiski álopsleikarin, Ahmed Keita, var og vandi við Skála.
Les eisini: Ahmed Keita á veg til Skála
Nú váttar Skála á sínari heimasíðu, at sáttmáli er gjørdur við senegalesiska álopsleikaran fyri seinnu hálvu.
Heimasíðan skrivar tó eisini at arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá Ahmed Keita enn manglar. Tað er enn ikki greitt, hvussu langa tíð tað fer at taka at fáa uppá pláss.










