Ein kvinna, sum var við barn, varð skotin í einari kirkju í spanska høvuðsstaðnum Madrid í dag, og læknar noyddust at taka barnið við keisaraskurði á kirkjugólvinum, skrivar AFP. Kvinnan var deyð tá, men tað eydnaðist læknunum at fáa lív í barnið. Læknarnir duga tó ikki enn at siga, um barnið kann hava fingið heilaskaða.
Byrsumaðurin skjeyt eisini eftir øðrum, sum vóru inni í kirkjuni, og aftaná fór hann fram til altarið, legði seg á knæ og skjeyt seg sjálvan.
Løgreglan veit ikki, hví maðurin gjørdi, sum hann gjørdi, og tilburðurin hevur vakt sera stóran ans í Spania.










