Takki fyri heiðurin, at borgarstjórin kennir seg noyddan at skriva heila grein um ætlaðar ítróttabyggingar, so hann eisini kann gafla sær æruna av teimum.
Veruleikin er, at borgarstjórin hevur sitið við hallarmálinum í Gundadali í fleiri ár, men kom ongan veg, og herfyri var málið um at fara heilt av sporinum. Tá vístu nøkur feløg býráðnum á, hvussu farast kundi fram.
Tað er alla æru vert, at samgongan tekur slík ráð frá borgarunum til eftirtektar, men borgarstjóranum nýtist ikki at taka allan heiðurin. Tað má vera nóg mikið, at keisarin fær tað, sum keisarans er.
Samanumtikið tykjast loysnirnar fyri umstøðunum hjá innandura ítróttinum í Havn og á Argjum at vera skilagóðar. Vónandi eru játtanirnar so rúmar, at hetta alt kann fremjast í senn - og tað væl.
Jógvan Arge,
varaborgarstjóri í Havn