Okkara fremsti klaverleikari, Johannes Andreasen, spælir »Keisarakonsertina« av Ludvig van Beethoven saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum sunnudagin 29. mars. Henda konsertin verður mett at vera ein av gimsteinunum innan klaverlitteraturin og høvuðsverk Beethovens fyri nevnda instrument. Hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur møguleika at uppliva hetta verk »live« her í oyggjunum.
Harumframt verður á skránni tann vælljómandi symfoniin »Klokkan« ? navnið hevur hon fingið av tí undirliggjandi »pendulslagnum« í »scinføra« satsinum ? av Josef Haydn, og harafturat uppliva tann meira nýmótans ljómin í verkinum »Adagio fyri strúkarar« av amerikumanninum Samuel Barber.
Henda várkonsertin hjá FSO er tann 36. í røðini av konsertum, sum framførdar hava verið síðani orkestrið varð stovnað í 1984.