Keira Knightley hevur seinastu árini vunnið hjørtini hjá nógvum ummælarum við stóra talenti sínum innan sjónleik og nú roynir hon seg eisini sum songkvinnu. Í nýggja filmi hennara ?The Edge of Love?, har hon hevur høvuðsleiklutin, syngur hon nevniliga við í trimum sangum. Keira sigur tó sjálv frá, at hon ikki væntar sær nakað í hesum sambandi, tí hon metir ikki sjálv, at hon dugir væl at syngja.
- Eg dugi í veruleikanum ikki at syngja. Eg havi fingið nakrar undirvísingartímar í sangi, men tá ið eg byrjaði at syngja, vóru ljóðini ikki serliga vøkur?