Kenda avstralska tabloidblaðið the Herald Sun hevur verið fyri nógvum atfinningum, aftaná at blaðið kunngjørdi eina keipumynd av ósigrinum hjá ítróttarstjørnuni Serenu Williams í US Open finaluni sunnudagin.
Hóast 20 ára gamla Naomi Osaka vann ein tryggan finalusigur á fleirfaldaða Grand Slam-vinnarinum Serenu Williams, var tað ikki unga japanska stórtalentið, ið streyk avstað við stóru yvirskriftunum hendan dagin.
Tað, sum sermerkti US Open finaluna og eftirleikin var stóra trætan ímillum Serenu Willams og portugisiska høvuðsdómaran Carlos Ramos. Umtalaða trætan hevði við sær, at Serena Williams bleiv handað revsistig fyri óhóskandi atburð og háðan ímóti høvuðsdómarinum. Hetta hevði so víðari við sær, at Serena Williams ákærdi Carlos Ramos fyri at gera mismun á henni, orsakað av at hon var kvinna.
Mánadagin nýtti keiputeknarin hjá The Herald Sun høvið til at tekna eina keipumynd av Serenu Williams, har hann gjørdi gjøldur burturúr hennara ivasama atburði og manglandi ítróttaranda undir US Open finaluni. Keipumyndin hevur síðani verið fyri nógvum atfinningum á sosialu miðlunum, m.a. av kenda amerikanska borgararættindaaktivistinum Jesse Jackson og bretska Harry Potter-rithøvundinum J. K. Rowling, ið halda myndina bera brá av rasismu.
Í kjalarvørrinum á keiputekningini og nógvu atfinningunum, hevur upprunamaðurin til tekningina, Mark Knight, valt at lukka niður fyri sínum persónliga Twitter-profili orsakað av nógva áganginum, hann og familjan hava móttikið. Samstundis hevur The Herald Sun verið alment úti og stuðlað Mark Knight og kallað mongu atfinningarnar hýsteriskar og tekin uppá eina politiskt korrekta mentan, sum er runnin amok.