Íslendingar eru misnøgdir við, at Russland sýtir fyri at taka lut í ásetingini um, hvussu nógvur kongafiskur kann fiskast í Irmingarhavinum. Tað hevur fingið íslendingar at tosa um at nokta russisku trolarunum at landa kongafisk í Íslandi, men gera teir tað, fáa teir svar.
Vasily Sokolov, sum er ein av teimum ovastu monnunum í russisku fiskivinnuumsitingini, sigur við blaðið Rybatskaya Gazeta, sum norska blaðið Fiskaren endurgevur, at gera íslendingar av at nokta russisku trolarunum at landa kongafisk í Íslandi, fara russar at nokta íslendingum at landa makrel í Russlandi.
Fiskaren endurgevur Solokov fyri at siga, at Russland keypir nógvan makrel frá íslendingum, og at tað hevur elvt til misnøgd í Noregi og í ES. Hann leggur afturat, at tað kann henda, at russar fara at endurskoða hesi viðurskiftini, um íslendingar nokta teimum russisku trolarunum at landa kongafisk í Íslandi.