Eftir at hava vunnið fyrstu fýra dystirnar máttu Keflavík og Símun Samuelsen í gjár taka til takkar við 3-2 tapi í dystinum móti Þrótti. Leingi stóð á jøvnum 1-1, men eitt korter fyri leiklok kom Þróttur upp á bæði 2- og 3-1. Og so munaði lítið, at Keflavík minkaði um munin móti dystarenda.











