Keflavík misti á stokkinum

Fótbóltslagið í Keflavík er einki serligt í kvøld. Símun Samuelsen og liðfelagarnir vóru á sigurskós, men í evstu løtu javnaði heimaliðið til 2-2.

Tólv minuttir eftir steðgin legði KR seg framum, men næstu tíggju minuttirnar skoraði Keflavík tvær ferðir, og tað sá leingi út til at vera nóg mikið til at vinna øll stigini.

Síðstu løtuna trýsti KR, og eftir fleiri hornasparksinnlegg og aðrar spentar støður í brotsteiginum eydnaðist tað at javna.

Símun Samuelsen var eftir landsliðsferðina í Portugal aftur ímillum teir fyrstu ellivu hjá Keflavík. Hann hevði fleiri skotroyndir, men eftir ein stóran tíma varð føroyski landsliðsspælarin skiftur út.

Hóast tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku, so er Keflavík framvegis oddalið. Argasti kappingarneytin, FH, spældi í kvøld javnleik 3-3 á útivølli ímóti Fjølnir.

Úrslitini í 17. umfari: KR-Keflavík 2-2, Breiðablik-Valur 0-2, Fjølnir-FH 3-3, Grindavík-Fram 0-2, ÍA-HK 1-2, Þróttur-Fylkir 0-0.

Støðan: Keflavík 37, FH 35, Valur 32, Fram 28, Breiðablik 27, KR 26, Grindavík 24, Fjølnir 22, Þróttur 19, Fylkir 16, HK 12 og ÍA 8 stig.