Í gjár spældu teir á útivølli ímóti Fram. Dysturin var spældur á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Væl hilnaðist hjá Keflavík. Keflavík vann 2-0, og skoraði Tórarinn Brynjar Kristjánson bæði málini. Málini fullu í 83. minutti, og í 90. minutti. Sigurin ber við sær oddasess til Keflavík, sum nú hevur 25 stig á kontuni.
Símun Samuelsen var ikki við á liðnum hjá Keflavík. Hann var leikbannaður, nú hann hevur fingið fýra gul kort higar til hetta kappingarárið.










