Enska Newcastle leitar í løtuni eftir nýggjum manager at seta fyri júst uppsagda Sam Allerdyce. Og nú verður tosað um, at Kevin Keegan kanska aftur skal til felagið. Keegan var venjari hjá Newcastle í 90’unum, men í ’97 segði hann seg úr starvinum av persónligum ávum. Við Keegan við stýrisvølin vann Newcastle seg upp í Premier League og fram millum tey fremstu í enskum fótbólti. Ikki minst takkað verið undirhaldandi og álopssinnaða spælinum, sum Keegan legði fyri dagin.










