Keðiligt heystveður

Maðkaveður, kallar onkur tað, nú lágtrýst millum Írland og Ísland senda brúgvaløg við regni inn yvir Føroyar.

Lýggj og slavin luft streymar úr suðri og landsynningi yvir Føroyar, og týsdagin og mikudagin liggja veik brúgvaløg nærindis Føroyum. Frá mitt í vikuni mennast djúp lágtrýst í ein útsynning úr Írlandi og ferðast móti Íslandi, meðan tilhoyrandi brúgvalag fara framvið úr suðri.

 

Fyrrapartin mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Sum makar niður í gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og támut við regni ella sirmi, men seinnapartin slítur í. Týsnáttina verður lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 metrar um sekundið, yvirhøvur turt og samdrigið. Hitin alt døgnið um 10 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og møguliga sól, men annars skýggjað. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Mikudagin verur andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum um náttina øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Turt og skýggjað, men um náttina regn av og á. Hitin alt døgnið um 10 stig.

 

Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, sum fyrrapartin snarar í ein útsynningi og vestan og makar niður í gul til stívt andøvsgul. Um náttina snarar hann í ein landsynning. Skýggjað og regn, men sum frá líður klárar í í ein útsynning. Hitin alt døgnið um 10 stig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum snarar í ein sunnan og útsynning og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Um náttina verður aftur stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi. Skýggjað og stundum regn, men eina løtu verður turt. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi upp í skrið millum landsynning og útsynning. Regn, seinni ælaveður og hitin millum 7 og 10 stig.