Hvar verður nýggjársaftan hildin?
- Vit halda nýggjár í Nesi í Hvalba hjá verfamiljuni. Her eta vit ein góðan døgurða og hugna okkum. So vænti eg, at vit fara ein túr í Roynhøllina at hugna okkum.
Tað sigur Rúni Thomsen í Hvalba.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2023?
- Eitt tað besta í 2023 var, at vit vóru og ferðaðust saman, øll familjan. Ein deiligur túrur runt í Danmark og Svøríki.
Hvat var tað keðiligasta?
- At heimurin gerst alt meira ótryggur.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Nei, eg tími ikki at geva nýggjárslyfti. Tú noyðist at seta tær smærri mál í tí dagliga heldur enn at brúka nýggjárið sum ein snávingarstein. Nýggjárslyftini halda sjáldan.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024?
- Eg vóni, at øll míni nærmastu fáa eitt gott 2024, bæði familja og vinir, sigur Rúni Thomsen.











