Hóast eitt tepurt tap altíð smakkar illa, so kundi Allan Simonsen ikki vera annað enn fegin um avrikið, sum hansara menn høvdu sýnt í Moskva
Landsdystur
Álvur Haraldsen/Jákup Mørk - Moskva
Hóast Allan Simonsen var fegin um góða avrikið í Russlandi, kundi gleðin um hetta ikki káva yvir vónbrotið um, at tað ikki hevði gingist føroyska liðnum eitt lítið vet betri.
Eftir dystin fingu vit orð á hann, vit spurdu sjálvandi fyrst, hvussu hann var nøgdur við avrikið hjá leikarunum, og her hevði venjarin so bara rós at bera teimum.
? Eg haldi sjálvur, at vit spæla ein góðan dyst. Allir leikararnir halda tær avtalur, sum vit framman undan høvdu gjørt, og hóast vit ikki skapa so nógv, so var tað heldur ikki tað, sum vit ætlaðu.
? Eisini var talan um ein keðiligan vøll, og kuldi og annað gjørdu sítt til, at tað langt ífrá var optimalt hjá okkum at spæla landsdyst nú.
Hóast hann sostatt tóktist nøgdur, so kundi venjarin tó ikki lata vera við at iðra seg um tapið.
? Nei, tað er greitt, at tá man er somikið nær við, so er tað sera keðiligt at tapa. Hevur tú tapt við trimum ella fýra málum, so er allar helst ikki so nógv at gera. Støaðn er ein onnur, tá tu hevur tapt 1-0. Tá hevur tú verið so nær, sum til ber, skapt nakrar møguleikar og so vórðu vit eisini snýttir fyri brotsspark, so sjálvandi er tað keðiligt.
Vil hava tveir frammi
Tað kom kanska óvart á mong, at Allan aftur valdi at spæla við tveimum áleyparum, og at hann á hendan hátt gav rúmd fyri Christian Høgna Jacobsen. Spurdur, um hetta hongur saman við teimum royndum, sum hann gjørdi sær í Sveis fyri hálvum ári síðani, svarar hann, at tað var tað ikki.
? Sjálvandi spæla tær royndirnar inn, men eg vil altíð royna at spæla við tveimum áleyparum. Eg haldi fyrst og fremst, at hetta er meira mennandi fyri leikararnar. Tað var eisini nakað, sum eg setti mær fyri, tá eg gjørdist landsliðsvenjari, og tað er bert í einstøkum dystum, at vit ikki hava tveir frammi, og tá hava tað ofta verið serstakar orsøkir, sum hava gjørt seg galdandi.
? Eg haldi nú, at vit hava funnið ein reyðan tráð, har vit hava sligið fast, at vit altíð spæla við tveimum áleyparum. Eisini um mótstøðuliðið er Russland ella ein onnur sterk fótbóltslið.
Stóðu royndina
Eftir teir báðar dystirnar á hesi ferðini ber illa til at siga annað, enn at framtíðin hjá landsliðnum sær sera ljós út. Allir teir ungu leikararnir, sum hava roynt seg á ferðini hava staðið royndina við góðum úrslitið. Allan er ikki ósamdur í hesum, men vísur samstundis á, at hetta er nakað, sum hevur verið leingi ávegis.
? Vit hava jú havt teir í myndini leingi, og teir eru eisini spakuliga slopnir at royna seg. Vit mugu barasta ikki tveita teir beint fyri leyvurnar, tí tá verða teir etnir sum rátt kjøt.
? Hinvegin er tað hugaligt at staðfesta, at teir veruliga eru vaksnir við uppgávuni, sigur Allan Simonsen at enda.