Børnini í Býlingshúsinum Millum Gilja í Havn vóru í dag og vitjaðu í Løgtinginum Beint tá børnini vitjaðu, var orðaskifti um nýggju eftirlønarskipanin.
Slík orðaskifti eru drúgv. Og neyvan hevði ein nýggj eftirlønarskipan tann stóra áhugan hjá børnunum. Onkur fekk sær tí bara ein lúr millum fakfelagsfólk og aðrar áhoyrarar.