Keane á veg til Avstralia

Fyrrverandi Manchester United-leikarin Roy Keane er á veg til avstralskan fótbólt. Bretska blaðið Daily Mail skrivar, at Keane er í samráðingum við avstralska felagið Melbourne Victory um at taka við starvinum sum venjari har.

 

Sambært blaðnum er Keane í Avstralia nú, har partarnir leggja seinastu hond á sáttmálan.

 

Roy Keane var fyri trimum mánaðum síðani koyrdur frá sum venjari hjá enska 1. deildarliðnum Ipswich, eftir at hann hevði røkt starvið í 20 mánaðir. Frammanundan var hann venjari hjá Sunderland.