Robbie Keane hevði eitt misneydnað ævintýr í Liverpool, og nú er hann aftur í Tottenham, haðani hann kom. Men Keane kann fáa eitt heiðursmerki burtur úr hesum kappingarárinum, um Liverpool endar millum trý tey fremstu. Men tað heiðursmerki vil Keane ikki síggja. - Beiggi mín er fjeppari hjá Liverpool, so eg kann forera honum heiðursmerkið. Eg vil ikki hava hana, tí eg eri ikki longur partur av Liverpool-liðnum, sigur Keane við Sportinglife.