Sambært News of the World standa tveir norðurlendingar ovarliga á hansara lista. Teir eru Ole-Gunnar Solskjær, sum spælir í Manchester United, og Thomas Gravesen úr Celtic. Roy Keane hevur spælt saman við Solskjær í Manchester United, og hann hevur spælt ímóti Gravesen, tá ið danin spældi í Everton.











