Arsenal og Manchester United leiktu í kvøld ein málleysan javnleik í einum heldur keðiligum dysti
Málmøguleikarnir vóru fáir, og hvørki av liðunum megnaði veruliga at seta seg á dystin, hóast bæði liðini høvdu ein sigur fyri neyðini.
Um United ætlar sær at elta Chelsea, kunnu javnleikir als ikki nýtast, og tí var hetta úrslitið ikki nøktandi hjá United.
Arsenal hinumegin hevur havt eitt sera vánaligt kappingarár higartil, og liðið liggur í løtuni á fimta plássi. Chelsea er nú trettan stig frammanfyri United, og gjógvin økist alsamt.