Keðiligt veður í væntu

Eitt rák av útsynningi førir ælaveður inn yvir Føroyar. Í morgin fer ein veikur hátrýstsryggur framvið av vestri. Sunnudagin leggur eitt lágtrýst seg millum Føroyar og Skotland og mánadagin fer tað spakuliga í ein landsynning og viknar. Síðani koma nakrir dagar við ælaveðri og lítlum vindi.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein útsynning og sunnan og makar í gul, 5 m/s. Samdrigið og sum frá líður turt. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum út á dagin snarar í sunnan og landsynning og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og fyrst turt, men seinnapartin fer at regna. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m7s, sum út á dagin hækkar í landnyrðing og um náttina slær yvir í útnyrðing og øtlar í strúk í vindi, 13 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum lækkar í útsynning og sunnan og makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt æl og hitin millum 3 og 7 stig.

 

Mikudagin

Lot ella gul av ymsum ættum, undir 5 m/s, men út á náttina øtlar hann vindin av norðri í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Mest skýggjað og stundum regn og hitin millum 2 og 7 stig.