Jóannes Eidesgaard byrjaði politisku hólmgonguna, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipaði fyri fyrrakvøldið, við at hugleiða um hugtakið hólmgongu: Tveir mans verða settir í ein hólma at berjast. Bert annar kemur livandi heimaftur.
Men eftir hólmgonguna í útvarpshøllini sluppu báðir politikararnir heimaftur við sítt fríska lív.
Eidesgaard góðan start
Jóannes Eidesgaard legði út við at vera óvanliga spoyskur. Hann samanbar óbeinleiðis fullveldisrørsluna við, tá ið Hitler leyp á Russland. Kortini var ongin ivi um, at tað var hin stóri røðusnillingurin, ið gjørdi burtur úr sær at byrja við. Jóannes Eidesgaard nýtti nógvar smáar steðgir, til tess at fáa uppmerksemi. Og tað riggaði; at byrja við.
Høgni Hoydal endurtók seg sjálvan og greiddi frá samráðingargongdini. Landsstýrismaðurin var sera hóvligur, tá ið hugsað verður um, at talan skuldi vera um eina hólmgongu.
Jóannes misti tráðin
Sum orðaskiftið gekk, tyktist Jóannes Eisesgaard meiri ókonsentreraður. Fleiri ferðir var hann um at missa tráðin, og hann legði fleiri fellur fyri seg sjálvan. Áhoyrarar brustu út úr at flenna nakrar ferðir; helst tí teir hildu próvførsluna hjá javnaðarmanninum vera ov populistiska og grunna. Eidesgaard samanbar t.d. fullveldi við lond sum Eysturtimor og Eritrea. Hann var eisini nógv meira flokspolitiskur bundin í sínum úttalilsum enn Høgni Hoydal.
Einaferð tá ið Jóannes varð avbrotin, tveitti hann pennin eftir borðinum í forargilsi og skrykti brillurnar av. Og hann hevði eisini lyndi at finnast at orðstýraranum, Tróndi Djurhuus.
Høgni endurtók
Men Jóannes Eidesgaard royndi kortini at vinda seg sjálvan upp, tí Høgni ávirkaði ikki huglagið í stúvstappaðu høllini stórvegis. Meginpartin av tí, sum Høgni Hoydal segði, hava fólk hoyrt áður. Hann var sakligur, men eisini litleysur; í løtum meira sum ein embætismaður enn sum politikari, sum ein av áhoyrarunum tók til. Ofta brúkti hann orðingina »púra burturvið«, meðan Jóannes Eidesgaard hinvegin eins ofta gjørdi greitt, at »tað er ikki okra problem«.
Kanska hevði Jóannes Eidesgaard rætt, tá ið hann segði, at politikararnir í Føroyum ikki eru nóg góðir.
Forsyndaður
Eitt, sum kom týðiliga framm undir hólmgonguni var, at Jóannes var firtin inn á Høgna, tí Javnaðarflokkurin ikki slapp upp í samgonguna og tí hann varð koppaður sum formaður í uttanlandsnevndini.
Jóannes brúkti eisini sera nógva tíð at siga Høgna Hoydal, hvat Høgni Hoydal meinti og ætlaði. Høgni spurdi hinvegin Jóannes fleiri spurningar, men tað gekk sera illa at fáa svar. Ístaðin fingu áhoyrarar ta fatan, at Jóannes varð forsyndaður og eitt sindur østur.
Tom hólmgonga
Tað var ikki rættiligt flog yvir hólmgonguna. Luttakararnnir tyktust snøgt sagt ikki at vera í venjing. Og ætlanin við hólmgonguni; at talan skuldi vera um eitt livandi og nærgangandi orðaskiftið; eydnaðist ikki. Tvørturímóti var tað heldur tamt.
At dysturin ikki var varpaður úr, og at talan var um eitt tjóðveldistiltak, hevur kanska sissa fólk. Eisini vóru teymarnir hjá orðstýraranum í leysara lagi.
Nærum trý koyrter gingu áðrenn fyrstu lógvabrestirnir ljóðaðu í høllini. Og hesir brestir hoyrdust bert 3-4 ferðir. Harðast varð klappað, tá ið Høgni Hoydal mátti rætta Jóannesi Eidesgaard faldaran hjá Javnaðarflokkinum, tí Jóannes ikki hevði hann við sær heimanífrá.
Kanska vísti hesin tilburðurin júst, hvør teirra, ið var best fyrireikaður hetta kvøldið.
Kartni Olsen, Tórshavn:
Áðrenn:
Hvør fer at vinna hólmgonguna?
- Hoydal..!
Hví?
- Tí hann er á røttu leið. Eg vóni, at vit loysa; ongantíð ov skjótt!
Aftaná:
Hvør vann í kvøld?
- Høgni kláraði seg væl.
Hví?
- Tí hann hevur eitt greitt endamál meðan Jóannes Eidesgaard ríður á tveimum rossum; sambandinum og sosialismuni.
Hvussu var orðaskiftið?
- Sera siðiligt. Men spell er tað, at sosialistarnir ikki kunnu koma við á fullveldisleiðina. Tað nívir meg almikið, tí Jóannes er ein góður politikari.
Ragna Høgnesen, Tórshavn:
Áðrenn:
Hvør vinnur hólmgonguna í kvøld?
- Høgni Hoydal, vænti eg...
Hví?
- Hann hevur orðið í sínari makt. Hann dugir betur at argumentera!
Aftaná:
Hvør vann hólmgonguna?
- Eg haldi ikki tað ber til at siga, at nakar vann. Høgni plagdi at klára seg betur enn í kvøld. Styrkin hjá Jóannesi Eidesgaard er, at hann dugir væl at tosa, meðan Høgni Hoydal er meira innihaldsríkur. Annars væntaði eg, at tað fór at vera nógv harðligari og ógvusligari. Hattar har er ikki annað, enn tað mann hoyrir til dagligt. Eg havi onki lært í kvøld...
Jógvan Sundstein, Tórshavn:
Áðrenn:
Hvør vinnur hólmgonguna?
- Høgni Hoydal hevur uppiborið at vinna, og eg vænti eisini at hann vinnur!
Hví?
- Tí hann hevur eina betri sak. Men hvør av teimum báðum er oratoriskt betur fyri, tað skal eg ikki kunna siga. Kanska Høgni er eitt sindur meira tungur fyri málinum, men hann hevur logikk og góð argument at stuðla seg til.
Aftaná:
Hvussu var úrslitið av hólmgonguni?
- Høgni kom betur frá tí. Jóannes hevði ikki argumentini við sær. Tað er púra greitt at hann er fornermaður, og hetta er eitt stórt minus fyri orðaskiftið. Høvuðsorsøkin til, at hann ikki stuðlaði fullveldinum var, at hann ikki slapp framm at eftir valið í ´98. Annars kláraði Jóannes seg hampuliga væl, men tá ið hann fekk spurningar, t.d. um hann hevði gingið inn fyri íslendska modellinum, so svaraði hann ikki upp á tað. Hann slapp sær undan at svara!
ENDURGEVINGAR HØGRUMEGIN:
Jóannes Eidesgaard:
»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«
»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað
persónliga frælsið fer fyri bakka«
»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«
»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«
»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein
samtykt«
ENDURGEVINGAR:
Høgni Hoydal:
»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«
»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«
»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir
fíggjarlógarviðgerðini seinast«
»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«
»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«
»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av
Christiansborg«