Keðiligt ikki at fáa fisk aðrastaðni

? Tað er rættiliga keðiligt, at vit ikki kunnu keypa fisk á uppboðssølunum á Toftum, Vági og Sørvági, sigur stjórin á Norðurfisk í Árnafirði.

FISKIVINNA

Á lítla flakavirknum, Norðurfisk í Árnafirði, arbeiða tey hvønn dag, hóast verkfall er.

? Høvdu vit havt tunnilin, kundi Skipara-og Navigatørfelagið verið í verkfalli so leingi, teimum lysti. Tað er útjaðarin, sum er raktur og ikki tey, sum starvast inni á meginlandinum.

Soleiðis tekur John Høj, stjóri á Norðurfisk, til, tá ið vit spyrja hann, hvussu gongst, nú verkfall er.

Útjaðarin raktur
Hann sigur, at tey merkja lítið og einki til verkfallið, tí virkið fær nóg mikið av fiski í Klaksvík, og haraftrat sigla farmaskip eisini av Klaksvík.

? Men tað er rættiliga keðiligt, at vit ikki kunnu keypa fisk á uppboðssølunum á Toftum, Vági og Sørvági.

Hann vísir á, at hóast Norðurfisk er eitt lítið flakavirki, so er tað spesialiserað á tann hátt, at tey arbeiða mest smáan fisk, serliga tosk, hýsu, hvíting og upsa.

? Vit keypa fisk um alt landið og eisini á Sandi, tá ið tað liggur soleiðis fyri. Hetta ber ikki til, nú verkfall er, og tað er rættiliga keðiligt, sigur John Høj.

Norðurfisk er annars eitt vanligt flakavirki, sum virkar fryst fløk til ávísar keyparar, ið serliga vilja hava tann smáa fiskin.

Á virkinum arbeiða eini 20 fólk.

Smái fiskurin er dýrur
John sigur, at í seinastuni hevur smái fiskurin verið lutfalsliga dýrur at keypa, og serliga er tað tann smái toskurin, sum í prísi hevur táttað væl upp ímóti tí størra fiskinum.

? Vanliga er smái fiskurin væl bíligari enn tann størri fiskurin, men munurin hevur verið minni í seinastuni.

Spurdur, hvør orsøkin er til, at prísmunurin er minkaður, sigur John, at treki saltfiskamarknaðurin er ein orsøkin. Ein onnur er, at útflytarar, sum keypa og selja heilan fisk av landinum, trýsta prísin á smáa fiskinum uppeftir.