Í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld, segði løgmaður, Kaj Leo Johannesen, at tað altíð er keðiligt at siga farvæl. Hann sipaði til, at Framsókn fyribils hevur tikið seg burtur úr samráðingunum um skipan av borgarligari samgongu.
- Jú, tað er altíð keðiligt at siga farvæl, men í politikki sigur man eisini góðan dag aftur.
Kaj Leo Johannesen segði, at hugsandi fer Framsókn at taka undir við samgonguni í ymiskum málum, tá hendan er skipað og er farin til verka.
Løgmaður endurtók, at tíðindaskrivið, sum Framsókn sendi út eftir samráðingarroyndirnar, ikki er heilt rætt, sum hann tók til.
Framsókn boðaði nevniliga í gjárkvøldið Kaj Leo Johannesen, løgmanni, frá, at flokkurin ikki kann ganga undir tær treytir, sum Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava sett um, at blokkstuðulin skal prístalsviðgerast og hækkast út við 200 miljónir krónur, og at etisk virði ikki skulu viðgerast í næsta valskeiði.
- Tað er ikki rætt, at øll mál ikki kunnu viðgerast, endurtók løgmaður í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld.